Fyrrverandi amerikanski forsetin, Jimmy Carter, sum andaðist sunnudagin, 100 ára gamal, fær eina statsjarðarferð.
Tað boðar sitandi forsetin, Joe Biden frá í fráboðan frá Hvítu Húsunum.
– Í seks áratíggju høvdu vit tann heiður at kalla Jimmy Carter fyri ein kæran vin. Men tað, sum er serstakt við Jimmy Carter er, at milliónir av fólkum í øllum USA og heiminum, sum ongantíð hittu hann, eisini hugsaðu um hann sum ein kæran vin, sigur Biden.
Biden hevur avgjørt, at 9. januar verður sorgardagur í USA. Í fráboðan frá Hvítu Húsunum heitir á amerikanarar um at savnast á "teirra átrúnaðarligu støðum" fyri at minnast Carter. Eisini hevur hann givið boð um, at allir almennir bygningar skulu flagga við hálvari stong í 30 dagar.
Felagsskapurin hjá Jimmy Carter, The Carter Center hevur boðað frá, at skipað verður fyri almennum minningarhaldum í Atlanta og Washington D.C. Eisini verður privat kórseting í Plains í Georgia.
Jimmy Carter var forseti í árunum 1977 til 1981. Hann hevur seinastu árini verið sjúkur av krabba. Hann fekk staðfest krabbamein í 2015, og seinastu tíðina var hann á hospice. Hann andaðist í heimi sínum í Plains í Georgia sunnudag seinnapart amerikanska tíð.
Tað er vanligt, at fyrrverandi amerikanskir forsetar fáa eina statsjarðarferð. Tann seinasti var fyrrverandi forsetin George H. W. Bush í 2018.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald