Uttanlands

Biden og Harris stilla uppaftur í 2024

Tá forsetaval verður aftur í 2024, fer Joe Biden, forseti aftur at stilla upp við Kamala Harris sum varaforsetavalevni

Joe Biden og Kamala Harris (Mynd: EPA)

Joe Biden og Kamala Harris (Mynd: EPA)

2022-01-20 18:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tá næsta forsetavalið í USA verður í 2024, ætlar Joe Biden aftur at stilla upp við Kamala Harris sum varaforsetavalevni. Tað segði Joe Biden á tíðindafundi í nátt í sambandi við, at tað í dag er eitt ár síðani, hann tók við sum forseti eftir Donald Trump.

Miðskeiðis í desember segði Kamala Harris sambært Ritzau, at hon og Biden ikki høvdu tosað um hetta enn. Gitingar hava eisini verið um, at Kamala Harris ikki fór at stilla uppaftur saman við Joe Biden, tí at hon heldur sjálv vildi stilla uppaftur sum forsetavalevni.

Kamala Harris er 57 ár, og Joe Biden er 79, og tí hava gitingar eisini verið um, at Biden ikki fór at stilla uppaftur, hóast ein forseti kann sita tvey valskeið. Men nú er also váttað, at Biden og Harris hava ætlanir um at stilla uppaftur saman í 2024.

Kamala Harris er fyrsti kvinnuligi varaforseti í søguni hjá USA, og í november gjørdist hon eisini fyrsta kvinnan at hava forsetavaldið í USA. Talan var tó bert um ein tíma og 25 minuttir, meðan Joe Biden var undir narkosu í sambandi við læknakanning.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder