Uttanlands

Biden og Putin tosa saman seinni í dag

Tað eru bert tríggjar vikur síðani, at amerikanski og russiski forsetin hittust á talgildum fundi, men seinni í dag verður nýggjur fundur, har teir m.a. skulu umrøða støðuna hjá Ukraina

(Savnsmynd: APP)

(Savnsmynd: APP)

2021-12-30 10:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinni í dag verður telefonfundur millum amerikanska forsetan, Joe Biden og russiska forsetan. Vladimir Putin.

Sambært Ritzau verður upplýst, at forsetarnir skulu tosa saman "seint hósdagin".

Biden og Putin skulu umrøða eina rúgvu av evnum, m.a. ein komandi fundur millum londini, sum skal snúgva seg um trygdina í Evropa. Tað er 10. januar, at ráðharrar og embætisfólk úr báðum londum skulu hittast í Sveis at finna eina loysn uppá spentu støðuna.

Talsfólk hjá Biden upplýsir, at amerikanski forsetin hevur tosað við fleiri leiðarar í Evropa um støðuna við markið til Ukraina, og amerikanska stjórnin hevur eisini verið í sambandi við Nato, ES og OSCE, evropeiski felagsskapurin fyri trygd og samstarv.

Seinastu tveir mánaðirnar hevur Russland sent tíggjutúsundatals hermenn til markið til norðara og eystara part av Ukraina. Stúrt verður fyri, at hetta er byrjanin til eina russiska innrás.

Samstundis krevur Putin, at Ukraina ikki má gerast partur av Nato, og at Nato skal taka herfólk burtur úr Eysturevropa.

Tað eru bert tríggjar vikur síðani, at Biden og Putin tosaðu saman seinast á talgildum fundi, og sostatt verður tað aðru ferð í desember, at teir tosa saman.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder