Uttanlands

Biden og Trump kjakast í nátt

Hetta verður fyrsta sjónvarpaða orðaskiftið teirra millum, síðan forsetavalið í 2020

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-06-27 18:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt okkara tíð kunnu milliónir av amerikonskum veljarum fylgja við, tá Joe Biden og Donald Trump fara at kjakast fyri fyrstu ferð í hesum valstríðnum.

Hetta verður klokkan tvey okkara tíð, og talan verður um eitt 90 minuttir langt orðaskifti við tveimum steðgum til lýsingar, sum verður víst beinleiðis úr høvuðssætinum hjá sjónvarpsrásini CNN í Atlanta í Georgia.

Hetta verður fyrsta orðaskiftið millum Biden og Trump síðan forsetavalstríðið í 2020, tá tað var Trump og ikki Biden, sum var sitandi forsetin, og har verða nakrar broytingar í mun til seinast. M.a. verða eingir ákoðarar, og tá eitt valevni tosar, verður mikrofonin hjá mótstøðumanninum sløkt.

Hesi orðaskiftini, sum verða víst í bestu senditíð við milliónum av hyggjarum, kunnu hava stóran týdning fyri valstríðið hjá forsetavalevnunum.

Í 2020 kjakaðust Trump og Biden tvær ferðir í beinleiðis sjónvarpi. Fyrstu ferð teir hittust fylgdu 73,1 milliónir fólk við, og næstu ferð var hyggjaratalið 63 milliónir.

Hetta vóru nakað færri enn í 2016, tá 84 milliónir amerikanarar fylgdu við fyrsta orðaskiftinum millum Trump og táverandi demokratiska valevninum, Hillary Clinton. Hetta gjørdist mest sædda orðaskiftið í amerikanskari søgu, skriva amerikanskir miðlar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder