Uttanlands

Biden og Xi hittast í komandi viku

Kinesiski forsetin verður í USA í døgunum 14. til 17. november

Kinesiski forsetin, Xi Jinping og amerikanski forsetin, Joe Biden avmyndaðir undan G20-toppfundinum í Bali í november 2022 (Mynd: EPA)

Kinesiski forsetin, Xi Jinping og amerikanski forsetin, Joe Biden avmyndaðir undan G20-toppfundinum í Bali í november 2022 (Mynd: EPA)

2023-11-11 13:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mikudagin 15. november hittast amerikanski forsetin, Joe Biden, og kinesiski forsetin Xi Jinping, upplýsa Hvítu Húsini sambært fleiri miðlum.

Biden og Xi skulu m.a. umrøða sambandið millum USA og Kina, og fleiri altjóða kreppur, verður sagt.

Fundurin verður í USA. Sambært kinesiska uttanríkismálaráðnum verður kinesiski forsetin í USA í døgunum 14. til 17. november. Xi skal eisini luttaka á árliga APEC-toppfundinum millum Kyrrahavslond, sum í ár verður hildin í San Francisco.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder