Uttanlands

Biden ov seinur at fara úr valstríðnum

Tað kundi kanska gingið øðrvísi hjá Demokratunum á forsetavalinum, um Biden tók seg úr valstríðnum fyrr, og skipað varð fyri nýggjum undanvali, heldur fyrrverandi demokratiski leiðarin í Umboðsmannatingum, Nancy Pelosi

Nancy Pelosi, fyrrverandi demokratiskur leiðari í Umboðsmannatinginum (Mynd: EPA)

Nancy Pelosi, fyrrverandi demokratiskur leiðari í Umboðsmannatinginum (Mynd: EPA)

2024-11-09 13:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað gjørdist ein greiður sigur til Trump og republikanarar á amerikanska forsetavalinum 5. november, men tað kundi kanska gingið øðrvísi hjá Demokratunum, um sitandi forsetin, Joe Biden hevði tikið seg úr valstríðnum tíðliga.

Tað sigur Nancy Pelosi, fyrrverandi demokratiskur leiðari í Umboðsmanatinginum.

Tað var í juli, at Biden tók seg úr valstríðnum, men tá vóru bert tríggir mánaðir til valið.

– Um forsetin var farin fyrr, kundu onnur valevni luttikið í kappingini, sigur Pelosi í samrøðu við New York Times.

Fyrrverandi leiðarin í Umboðsmannatinginum sigur eisini, at hon hevði væntað, at Demokratar høvdu valt eina meira opna tilgongd, tá eitt nýtt forsetavalevni skuldi finnast fyri Biden, men tað bleiv næstan ógjørligt, tá Biden peikaði á varaforsetan, Kamala Harris.

– Kamala kundi havt klárað seg væl (í einum nýggjum undanvali, red.), og hevði hon kunnað staðið sterkari, men tað vita vit ikki (...) Av tí at forsetin peikaði á Kamala Harris beinanvegin, bleiv tað nærum ógjørligt at hava eitt undanval tá. Var tað hent fyrr, hevði tað verið øðrvísi, sigur Nancy Pelosi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder