– Fyri guds skyld, hesin maðurin má ikki sleppa at verða verandi við valdið.
Tað segði amerikanski forsetin, Joe Biden um russiska starvsbróðir sín, Vladimir Putin, í røðu í pólska høvuðsstaðnum Varsjava í gjár.
Ukraina fer ikki at verða ein sigur fyri Russland, men fólk skulu vera greið yvir, at kríggið kann vara leingi, segði hann.
Biden hevði eisini vitjað ukrainsk flóttafólk í einum møttukudepli í Póllandi, og varð hann tá av tíðindafólkum spurdur, hvat vitjanin hevði fingið hann at hugsa, og til hetta svaraði Biden:
– Hann er ein bøðil. Tað er tað, hetta fær meg at hugsa.
Eitt talsfólk hjá russisku stjórnini finst at hesari viðmerkingini.
Viðkomandi sigur, sambært Ritzau, at slík viðmerking ger tað torførari at bøta um sambandið millum londini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald