Uttanlands

Biden: Støðan verður helst sum vanlig um eitt ár

Longu í mai vera nóg mikið av koppsetingum til øll tey vaksnu í USA, men tað mangla fólk til at fremja koppsetingarnar. Ætlanin hjá forsetanum er millum annað at raðfesta lærarar, og ein stór koronuætlan er á veg

Joe Biden tosaði til fólki í gjár. Forsetin er bjartskygdur men minnir á, at tað er neyðugt hjá amerikanarum at gera tað rætta (Mynd: EPA)

Joe Biden tosaði til fólki í gjár. Forsetin er bjartskygdur men minnir á, at tað er neyðugt hjá amerikanarum at gera tað rætta (Mynd: EPA)

2021-03-03 14:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vit vita tað ikki við vissu, men mín vón er, at vit hesa tíðina næsta ár, eru vend aftur til tað vanliga lívið.

Hetta segði forsetin, Joe Biden, í sjónvarpsrøðu í gjárkvøldið. Biden vísti á, at um hetta skuldi eydnast, so er neyðugt, at amerikanarar "gera tað rætta" og skilja, at man missur nakað á vegnum.

Leygardagin kom koronuætlanin hjá Joe Biden fyri beint undir 1,9 billiónir dollarar ígøgnum í Umboðsmannatinginum. Nú vantar viðgerðin í hinum kamarinum í Kongressini - í Senatinum. Ætlanin er, at peningurin skal nýtast til at økja um møguleikan fyri at kanna og koppseta fyri at koppseta, umframt at styrkja búskapin.Hetta er ikki bert neyðugt búskaparliga men eisini á tí moralska økinum, sló Biden fast.

Forsetin segði eisini, at hann fer at heita á statirnar um at raðfesta skúlalærarar, so at børn kunnu sleppa aftur í skúla. Orsøkin er millum annað stúran fyri sálarligu heilsuni hjá børnum, og at munurin gerst ov stórur millum næmingar, tá undirvíst verður á alnótini. Ætlanin er, at tá mai mánaði er av, so er størsti parturin av næmingunum aftur í skúlunum.

Tað er júst í mai, at nóg mikið av koppsetingum eru til øll tey vaksnu í USA, um tað gongst sum ætlað. Hetta er tí, at Merck fer at hjálpa við at gera Johnson & Johnson koppsetingina, sum í vikuskiftinum varð góðkend, og sum bert krevur eitt prik. Hetta kunngjørdi Biden eisini í røðuni. Trupulleikin hjá forsetanum og amerikanarum er, at tað ikki eru nóg nógv heilsustarvsfólk til fyri at koppseta so skjótt, sum koppsetingarnar verða tøkar. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder