Uttanlands

Biden stúrir fyri ófriði

– Eg eri sannførdur um, at valið verður frítt og rættvíst. Eg veit ikki, um tað eisini verður friðarligt, sigur amerikanski forsetin Joe Biden um forsetavalið, sum verður 5. november

Amerikanski forsetin, Joe Biden (Mynd: EPA)

Amerikanski forsetin, Joe Biden (Mynd: EPA)

2024-10-05 14:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski forsetin Joe Biden stúrir fyri ófriði í sambandi við forsetavalið 5. november.

– Eg eri sannførdur um, at valið verður frítt og rættvíst. Eg veit ikki, um tað eisini verður friðarligt, segði hann við tíðindafólk í Hvítu Húsunum í gjár.

Her sipar hann til ófriðin eftir seinasta valið, tá hann sjálvur var kunngjørdur vinnari og mótstøðumaðurin, Donald Trump helt uppá, at valsvik var orsøkin.

Trump, sum eisini hesa ferð er forsetavalevni hjá Republikanarunum, heldur enn uppá, at hann var rætti vinnarin, og nógv av stuðulsfólkum hansara halda eisini framvegis, at valsvik var orsøkin til, at Biden vann í 2020.

– Tað, sum Trump hevur sagt, og tað, sum hann segði, seinast honum ikki dámdi úrslitið, var sera vandamikið, sigur Biden sambært NPR.

Tá Trump varð spurdur um viðmerkingarnar hjá Biden í statinum Georgia í gjár, segði hann, at hann vónaði, at valið verður frítt og rættvíst.

– Eg kann bara vóna, at tað verður frítt og rættvíst (...) eg haldi, vit fara at klára okkum væl.

Á valfundi í statinum Michigan í vikuni helt Trump enn einaferð uppá, at hann vann forsetavalið í 2020, og tað var orsøkin til, at hann stillar uppaftur í ár.

– Vit vunnu. Tað var snýt. Tit mugu siga Kamalu Harris (forsetavalevni hjá Demokratunum, red.), at tað er tí eg geri hetta aftur. Um eg helt, eg hevði tapt, hevði eg ikki gjørt hetta aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder