Uttanlands

Biden: Svøríki fer at gera Nato sterkari

Amerikanski forsetin sigur, at hann heldur tað vera sera umráðandi, at Svøríki gerst limur í verjusamgonguni

Ulf Kristersson og Joe Biden í Hvítu Húsunum (Mynd: Ritzau)

Ulf Kristersson og Joe Biden í Hvítu Húsunum (Mynd: Ritzau)

2023-07-06 08:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað er sera umráðandi, at Svøríki fær Nato-limaskap. Tað segði amerikanski forsetin, Joe Biden við miðlar undir einum fundi við svenska forsætisráðharranum, Ulf Kristersson, í Hvítu Húsunum.

– Svøríki fer at gera okkara samgongu sterkari, og tey hava somu virði, sum vit hava í Nato, segði Biden, og legði afturat, at hann veruliga sær fram til, tá Svøríki gerst limur.

Svenski forsætisráðharrin, sum takkaði Biden fyri innbjóðingina og segði seg seta stóran prís uppá stuðulin hjá amerikanska forsetanum, nú Svøríki framvegis bíðar eftir góðkenning frá Ungarn og Turkalandi.

Svøríki søkti saman við Finnlandi um Nato-limaskap í fjør í kjalarvørrinum á russisku innrásini í Ukraina. Finnland gjørdist limur í verjusamgonguni í apríl, men Svøríki bíðar enn.

Tað er m.a. Turkaland, sum leingi hevur verið ímóti svenskum Nato-limaskapi, m.a. við tí grundgeving at Svøríki stuðlar kurdiskum yvirgangsfelagsskapum, men ein røð av koranbrenningum hevur eisini skapt øsing í Turkalandi og øðrum muslimskum londum.

Í dag hittast Svøríki, Turkaland og Nato í Brússel fyri at finna eina loysn áðrenn toppfundin, sum verður í komandi viku, skrivar Reuters.

Komandi Nato-toppfundurin verður í litavska høvuðsstaðnum Vilnius 11. og 12. juli.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder