2024-07-21 19:02
Joe Biden tekur seg úr valstríðnum um at gerast amerikanskur forseti. Tað upplýsir hann á X.
- Tað hevur verið mín ætlan at vera afturvaldur, men eg haldi tað er best fyri flokkin og landið at eg taki meg úr stríðnum og at eg kann hugsavna meg um mínar skyldur sum forseti restina av valskeiðinum, skrivar Joe Biden á X.
Hann sigur, at hann í vikuni fer at halda eina røðu fyri tjóðini og greiða nærri frá avgerðini.
Tað er enn óvist, hvør so verður valevni hjá demokratunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald