Amerikanski forsetin Joe Biden fer at luttaka, tá eftirmaður hansara, Donald Trump aftur verður tikin í eið sum forseti 20. januar, upplýsir talsfólk fyri Hvítu Húsini.
– Joe Biden forseti og Jill Biden forsetafrúa fara at luttaka í setanini av komandi forsetanum, Donald Trump í januar. Forsetin hevur lovað, at hann fór at luttaka í setanini hjá vinnaranum av valinum. Hann og forsetafrúan fara at halda hetta lyftið.
Tað er siðvenja, at fráfarandi forsetin og varaforsetin eru til staðar, tá nýggjur forseti verður tikin í eið, men Donald Trump luttók ikki, tá Joe Biden gjørdist forseti í januar 2021.
Sambært Ritzau var hetta fyrstu ferð í yvir 150 ár, at ein amerikanskur forseti ikki luttók í setanini av sínum eftirmanni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald