Mentan

Biden tosar til fólkið hósnáttina

Hann hevur hildið seg í heimi sínum síðan hann gjørdist sjúkur av koronu

Joe Biden á veg til tey Hvítu húsini eftir at hava verið í heimi sínum í Delaware síðani hann fekk koronu (Mynd: EPA)

Joe Biden á veg til tey Hvítu húsini eftir at hava verið í heimi sínum í Delaware síðani hann fekk koronu (Mynd: EPA)

2024-07-23 23:23 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyri fyrstu ferð síðani, at Joe Biden tók seg aftur sum forsetavalið hjá demokratunum, fer hann at halda eina talu úr Hvítu húsunum.

Tað verður klokkan eitt hósnáttina føroyska tíð. Hetta skrivar Danmarks Radio á heimasíðuni.

Talan fer at snúgva seg um, hvat nú skal henda, og hvussu Biden fer at brúka sína síðstu tíð sum forseti í USA, skrivar hann á X.

[object Object]Joe Biden (Mynd: EPA)

Tað var júst á sosiala miðlinum X sunnudagin, at amerikanski forsetin boðaði frá, at hann tók seg aftur sum forsetavalevni. Hetta var aftaná trýst frá fleiri floksfeløgum, sum mæltu honum til, at lata onnur sleppa framat.

Joe Biden hevur verið í sóttarhaldi í heimi sínum í Delaware, síðani hann gjørdist sjúkur við koronu, men sambært Washington Post, fer forsetin aftur í Hvítu húsini í dag.

[object Object]Alt bendir á, at Kamala Harris verður forsetavalevni hjá demokratunum. Hon fær fullan stuðul frá Joe Biden (Mynd: EPA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder