Uttanlands

Biden: Trump stuðlaði ikki løgregluni

- Ein kann ikki stuðla bæði uppreistri og løgreglufólki, segði Joe Biden í røðu á kongress fyri løgreglufólk

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2022-07-26 08:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Demokratiski amerikanski forsetin, Joe Biden, leggur nú undanmann sín í forsetasessinum, Donald Trump, fyri ikki at gera nóg mikið fyri at støðga álopinum á Kongressina 6. januar 2021.

- Løgreglan var hetjan henda dagin. Donald Trump hevði ikki dirvið til at gera tað, ið var neyðugt, segði Biden.

- Teir djørvu menninir og djørvu kvinnurnar í bláum yvir alt landið mugu aldri gloyma tað. Tað ber ikki til bæði at stuðla uppreistri og løgreglufólkum, segði Joe Biden.

- Tað ber ikki til at vera fyri bæði uppreistri og fólkaræði. Ein kann ikki vera fyri bæði uppreistri og USA, segði forsetin í røðu síni.

Røðan varð hildin umvegis video á eini ráðstevnu fyri løgreglufólk av afroamerikanskum uppruna. Forsetin hevur seinastu tíðina hildið seg í hvítu húsunum, tí hann hevur verið raktur av korona.

Minst fimm fólk lótu lív í sambandi við álopið á kontressina og meira enn 140 løgreglufólk fingu skaðar.

Síðan er tað komið fram, at Donald Trump fylgdi hendingunum í sjónvarpi í Hvítu Húsunum. Í røðu síni undan hendingunum eggjaði Trump sínum viðhaldsfólkum til berjast.

Fólkini vóru savnað fyri at vísa Trump sín stuðul, júst sum kongressin skuldi góðkenna valsigurin hjá Joe Biden. Mótmælisfólkini hildu, eins og Trump, at svik var farið fram í sambandi við valið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder