Uttanlands

Biden: Ukraina kann sigra við hjálp frá Vesturheiminum

Støðan hjá Putin er sera trupul, sigur fráfarandi amerikanski forsetin

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj og amerikanski forsetin, Joe Biden (Mynd: EPA)

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj og amerikanski forsetin, Joe Biden (Mynd: EPA)

2025-01-11 13:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Har er góður møguleiki fyri, at Ukraina kann sigra í krígnum móti Russlandi, um landið framhaldandi fær stuðul úr vesturheiminum, sigur fráfarandi amerikanski forsetin, Joe Biden, sum um góða viku verður avloystur av Donald Trump.

– Putin (russiski forsetin, red.) stendur í einari sera truplari støðu beint nú, og eg haldi tað vera umráðandi, at hann ikki fær rúm at halda fram at gera tey ræðuligu tingini, sum hann blívur við at gera, sigur Biden.

Trupla støðan, sum her verður sipað til, er, at m.a. USA og Stórabretland hava sett í verk revsitiltøk, sum skal raka russiska orku, m.a. oljurisan Gazprom.

Biden hevur seinastu tíðina roynt at senda so nógvan stuðul sum gjørligt til ukrainar, áðrenn hann fer úr Hvítu Húsunum. Seinasta mánaðin hevur umsitingin hjá Biden boðað frá, at nærum seks milliardir dollarar afturat verða latnir ukrainum. Stúrt verður fyri, at republikanarar fara at skerja stuðulin, sum komandi forsetin, Donald Trump fleiri ferðir hevur funnist at, skrivar Ritzau.

Trump hevur áður sagt, at tað bert fer at taka honum 24 tímar at fáa ein enda á krígnum millum Ukraina og Russland, tá hann tekur við. Herfyri segði hann tó, at tað helst kundi taka upp til eitt hálvt ár.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder