Uttanlands

Biden væntar onga kreppu millum Kina og Taiwan

Forsetarnir í USA og Kina hittust á Bali í dag undan G20 fundinum í morgin

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-11-14 18:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Forsetarnir, Joe Biden úr USA og Xi Jinping úr Kina, tosaðu í dag saman á einum tríggjar tíma longum fundi á Bali í Indonesia.

- Vit høvdu eina opna og ærliga samrøðu um okkara ætlanir og raðfestingar, segði Biden eftir fundin.

- Vit ætla at kappast dúgliga, men tað nýtist ikki at enda við ósemju, legði hann afturat.

Talan var um ein undanfund undan G20 toppfundinum, sum verður á Bali í morgin. Joe Biden varð á tíðindafundinum spurdur um kreppuna viðvíkjandi Taiwan, sum kinesiska stjórnin metir vera ein part av kinesiska ríkinum.

- Eg vænti als ikki, at tað verður eitt nýtt kalt kríggj. Eg rokni heldur ikki við, at Kina hevur ætlanir um at gera innrás í Taiwan, segði Biden.

Joe Biden hevur fleiri ferðir sagt, at hann er til reiðar at verja Taiwan hernaðarliga, um Kina ætlar sær at leypa á.

Hetta er fyrstu ferð, at Joe Biden hittir Xi Jinpung, síðan hann tók við sum amerikanskur forseti í januar í fjør. Seinast teir hittust, vóru teir varaforsetar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder