2020-11-04 23:26
Nú er greitt, at Joe Biden eisini hevði meirilutan av atkvøðunum í Michigan, og hann fær tí 16 valmenn afturat, og kemur nú upp á 264 av teimum 270, sum skulu til fyri at fáa meirilutan.
Vinnur hann Nevada, sum hevur seks valmenn, so kemur hann upp á neyðuga talið, og vinnur sostatt amerikanska forsetavalið.
Michigan var ein av teimum statunum, sum vóru orsøkin til valsigurin hjá Donald Trump í 2016, har hann vann við 11.000 atkvøðum.
Higartil hevur tað eydnast Joe Biden at vinna fleiri av teimum statunum, sum Trump vann í 2016. Teir eru Arizona, Wisconsin og Michigan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald