Í gjár tók amerikanski forsetin Joe Biden seg úr forsetavalstríðnum, men hann heldur fram í Hvítu Húsunum, til valskeið hansara endar í januar.
Tað sigur talsfólk hjá Hvítu Húsunum, Andrew Bates við CNN.
– Hann gleðir seg at gera valskeiðið liðugt og geva amerikanska fólkinum fleiri søgulig úrslit, sigur hann.
Eftir at Biden hevur boðað frá, at hann kortini ikki fer at stilla uppaftur á forsetavalinum í november, hava fleiri republikanarar, m.a. Mike Johnson, republikanski formaðurin í Umboðsmannatinginum, heitt á Biden um at leggja frá sær "alt fyri eitt".
– Um Joe Biden ikki er førur fyri at stilla upp til forsetavalið, er hann heldur ikki førur fyri at vera forseti. Hann má leggja frá sær alt fyri eitt.
– Við at ógilda atkvøðurnar hjá fleiri enn 14 milliónum amerikanarum, sum valdu Joe Biden sum teirra demokratiska forsetavalevni, hevur sjálvútnevndi "flokkurin fyri fólkaræði" prógvað tað øvuta, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald