Uttanlands

Biden vil senda milliardir til Ukraina og Ísrael

Amerikanski forsetin hevur heitt á Kongressina um at góðkenna ein hjálparpakka, sum hevur virði á nærum 106 milliardir dollarar – Meginparturin skal eftir ætlan sendast til Ukraina

Amerikanski forsetin, Joe Biden (Mynd: EPA)

Amerikanski forsetin, Joe Biden (Mynd: EPA)

2023-10-21 12:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin heitti amerikanski forsetin, Joe Biden á Kongressina um at góðkenna ein hjálparpakka fyri nærum 106 milliardir dollarar; ein upphædd, ið svarar til umleið 750 milliardir krónur.

Pengarnir skulu brúakst til at hjálpa bæði Ukraina og Ísrael, umframt at teir skulu brúkast til at styrkja trygdina við landamørkini hjá USA, skrivar Reuters.

Av teimum nærum 106 milliardunum skulu 61,4 milliardir dolarar - ið svarar til 433 milliardir krónur - sendast til Ukraina, meðan 14,3 milliardir dollarar, ið svarar til uml. 100 milliardir krónur, skulu sendast til Ísrael.

Men tað kann taka langa tíð at fáa hjálparpakkan samtyktan, tí Umboðsmannatingið stendur í løtuni uttan formann og kann sostatt ikki samtykkja nýggjar lógir.

Tað var 3. oktober, at táverandi formaðurin fyri republikanska meirilutan, Kevin McCarthy mátti fara frá. Orsøkin var, at aðrir republikanarar vóru ónøgdir við, at McCarthy hevði gjørt avtalu við demokratar um eina fyribils fíggjarlóg. Síðani er tað ikki eydnast republikanarum at finna semju um ein nýggjan formann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder