2023-03-28 14:25

Tríggir lærarar og tríggir næmingar hava latið lív eftir ein skottilburð í amerikanska statinum Tennessee. Ein kvinna, sum stóð fyri atsóknini doyði eisini í hendingini. Amerikanski forsetin Joe Biden sigur sambært AP, at vápnalóggávan má broytast, eitt krav, sum fleiri aðrir amerikanskir forsetar hava sett. Hann sigur, at hernaðarlig vápn við nógvari megi eiga at verða bannað. Tað var ein 28 ára gomul kvinna, sum stóð aftanfyri drápini í Nashville.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald