2020-12-09 10:02

Joe Biden vónar, at 100 milliónir amerikanarar eru blivnir koppsettir móti koronu, tá hann hevur sitið 100 dagar í Hvítu Húsunum. Tað boðar hann frá á tíðindafundi, sambært Danmarks Radio.
Joe Biden mælir samstundis Kongressina til, at tryggja fleiri pengar til at handfara heilsukreppuna, sum USA er í orsaka av Koronu.
Hann vil millum annað hava, at Kongressin setur pening av til at tryggja, at amerikanarar úr øllum samfelagsbólkum kunnu koppsetast.
-Kongressin er noydd til at fíggja býti at vaksinuni til øll horn í landinum, sigur hann.
Joe Biden verður innsettur sum forseti tann 20. januar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald