Innanlands

Bíðirúm til ferðafólk í Hesti

Ein hálv millión krónur er sett av til endamálið

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2024-04-27 14:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mikukvøldið samtykti Tórshavnar býráð at seta hálva millión krónur av til at gera eitt bíðirúm til ferðafólk í Hesti.

Talan er um bíðirúm til fólk, ið ferðast við Strandferðsluni, men eisini til onnur, so sum til fólk, ið koma við frítíðarbátum.

Tórshavnar havn hevur biðið um tilboð uppá eitt bíðirúm, ið er sett saman av tveimum bingjum, skrivar Tórshavnar kommuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder