Innanlands

Bíðistøða í Nólsoy - nú bjóða tey ferðafólkunum suppu

Í fleiri tímar hava ferðafólk á Ternuni bíðað eftir at sleppa í land, og á landið standa eini 30-40 fólk og vilja sleppa til Havnar

(Mynd: Torben Nielsen)

(Mynd: Torben Nielsen)

2019-09-01 20:07 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eingin sleppur nakran veg í Nólsoy. Tað er støðan í løtuni eftir at nólsoyingar seinnapartin skipaðu fyri mótmælistiltaki nú Ternan í einar tvær vikur skal røkja Sandoyarleiðina, og Jósup skal røkja Nólsoyarleiðina.

Tá Ternan kom til Nólsoyar klokkan 16:40 stóðu nólsoyingar klárir og “hertóku” skipið. Endar vóru festir, so skipið ongan veg slapp, og innsiglingin til Nólsoyar varð stongd av.

Eini 40 fólk eru umborð á Ternuni og hava verið tað í nakrar tímar nú og sleppa ongan veg. Á landið eru eisini eini 40 fólk, sum ynskja at sleppa til Havnar.

Tað seinasta nýggja úr Nólsoy er, at bygdafólkið hava gjørt suppu til tey mongu ferðafólkini, sum hvørki sleppa aftur ella fram.

Løgreglan er á staðnum, men sum skilst noktar Strandferðslan, at rampan á Ternuni skal niður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder