Síðsti týsdagur í januar mánaði er í dag. Tað er ein stórur dagur í Hetlandi, tí tá verður ‘Up Helly Aa’ hildið. Ein aldargomul veitsla, ið verður hildin fyri at hátíðarhalda víkingauppruna hetlendinga.
Hetta er dagurin, tá hetlendingar – vanliga hevur tað bert verið menn – lata seg í víkingakrígsmannabúna, og ganga rópandi gjøgnum gøturnar. Serliga gongan endar einaferð í kvøld, tá eitt víkingaskip verður brent.
Á hvørjum ári verður ein jallur útnevndur til at ganga á odda. Sum skilst, er hetta ein stórur heiður. Kravið fyri at kunna gerast jallur er, at viðkomandi hevur sitið minst 15 ár í fyrireikingarnevndini fyri Up Helly Aa.
Neil Moncrieff (Mynd: Shetnews)
Í ár er tað Neil Moncrieff, sum er ‘guizer jarl’, skrivar Shetnews. Fyri hann hevur bíðitíðin eftir hesum degi verið nakað longur enn vanligt. Hann varð valdur inn í nevndina fyri festivalin í oktober 2006, og seinni varð avgjørt, at hann skuldi vera jallur í 2021. Men ein smitta kom smitta, og tí var Up Helly Aa avlýst bæði í 2021 og 2022.
Men í dag kann hesin heilt serligi høgtíðsdagurin haldast. Eftir ein góðan morgunmat í Islesbourg Community Centre í morgun, fóru ‘víkingarnir’ til gongu gjøgnum býin. Støðgað verður ymsa staðni á vegnum við sangi og undirhaldi. Talan er um ein veitsludag, sum hetlendingar hava hildið á henda hátt síðani einaferð í 1880’unum.
Nú fyri kvinnur eisini
Sambært Shetnews er lagið á hetlendingum gott, hóast veðrið ikki er til vildar. Tað er eini 15 ár síðani víkingarnir í ársins skrúðgongu vórðu tilnevndir. Men tað var ikki fyrr enn í fjør, at avgerð varð tikin um at loyva kvinnum at vera við eisini.
Tí eru kvinnur heldur ikki partur av stóru høvuðsgonguni í dag, men kvinnur og gentur eru við í ungdómsgonguni, sum fer avstað seinni í dag, skrivar Shetnews.
Klokkan 19.30 í kvøld verður stóra tiltaki, tá umleið 1.000 kyndlar verða kyndir, sum eftir eina gongu runt á økinum við lundina King George’s Field, verða tveittir í víkingaskipið.
Hereftir verður veitsludámur runt um í býnum til tann ljósa morgun.
Í kvøld verður víkingaskipið brent (Savnsmynd)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald