Uttanlands

Biðja FBI um at kanna Donald Trump fyri valsvik

Demokratiskir halda, at sitandi forseti áleggur embætisfólki at fremja valsvik til tess at varðveita valdið

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2021-01-05 07:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tveir demokratiskir limir í Umboðsmannatinginum hava nú biðið amerikansku samveldisløgregluna, FBI, um at fara undir eina kanning av Donald Trump, forseta, fyri at trýsta embætisfólk til at broyta úrslitið av forsetavalinum í november.

Hetta hendir eftir at ein samrøða um vikuskiftið er vorðin almenn. Her hoyrist, at forsetin biður innanríkisráðharran í Georgia, republikanaran Brad Raffensperger, um at “finna” fleiri atkvøður til frama fyri forsetan.

Í einum brævi til FBI-stjóran Christopher Wray, skriva tinglimirnir Ted Lieu úr Kalifornia og Kathleen Rice úr New York, at “prógvini fyri at Trump roynir at svika við valinum liggja opin frammi”.

- Sum limir í Kongressini og fyrrverandi ákærar halda vit, at Donald Trump hevur ætlanir um at fremja valsvik. Vit biðja teg um at fara í gongd við at kanna málið í stundini, skriva tey bæði, sambært dpa-tíðindastovuni.

Tað var The Washington Post, sum sunnudagin almannakunngjørdi brot úr eini tímalangari samrøðu millum Trump og Raffensperger.

Her roynir Trump bæði við góðum, smikrandi og hóttandi at fáa floksfelaga sín til at broyta valúrslitið.

Joe Biden vann valið í Georgia við 11.779 atkvøðum fleiri enn Donald Trump. Georgia hevur fyrr verið hildin at vera ein tryggur republikanskur statur.

Herundir hoyrist brot úr telefonsamrøðuni:

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder