Innanlands

Biðja fyri friði í Hoyvíkar kirkju

Kl. 17 lata hurðarnar upp í Hoyvíkar kirkju – Prestarnir í prestagjaldinum verða til staðar

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-02-25 14:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin í dag, klokkan 17, lata hurðarnar upp í Hoyvíkar kirkju, har øll eru vælkomin til eina stilla løtu.

– Kríggið merkir kirkjuna. Tí biðja vit fyri friði, skrivar kirkjan í tíðindaskrivi.

– Eina løtu í kvirru, við sálmasangi og bøn um frið. Ein løta, har fólk kunnu savnast, vóna og biðja um frið í okkara tíð og í okkara heimi.

Prestarnir í prestagjaldinum verða til staðar, verður sagt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder