2022-03-02 17:03
Mikukvøld er vanligt bønarmøti í Ebenezer. Men bønarmøtið í kvøld er øðrvísi. Hetta bønarmøtið verður halgað neyðstadda Ukraina og ukrainska fólkinum, bæði teimum, sum eru í landinum, men eisini teimum hundraðtúsundtals flóttafólkunum, ið flýggja til grannalondini.
Eisini verður biðið fyri grannalondunum, ið ið hava latið marknaliðini upp, fyri at taka ímóti flýggjandi fjøldunum úr Ukraina.
Hetta serstaka bønarmøtið fyri Ukraina og ukrainska fókinum, byrjar kl. 20. Øll eru vælkomin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald