Amerikanski Tesla-bileigarin Henry Yeh frá San Francisco hevur nú reist rættarmál móti amerikanska framleiðaranum av Tesla fyri ósketni, fals og brot á friðin hjá tí einstaka.
Hetta hendir eftir skuldsetingar um, at starvsfólk hjá Tesla hava hildið eygað við kundum sínum gjøgnum myndatólini í elbilum teirra. Tað skrivar AFP-tíðindastovan.
Málið kemur eftir at Reuters tíðindastovan avdúkaði, hvussu starvsfólk hjá Tesla hava fingið atgongd til videoupptøkur úr myndatólunum, ið liggja i Tesla-bilunum.
Upptøkunur av Tesla-kundum í “privatum og pínligum støðum”, eru, sum skilst, deildar millum starvsfólk til undirhalds.
AFP hevur biðið Tesla um viðmerking, men fyritøkan hevur ikki svarað. Felagið lat heldur ikki við seg koma í sambandi við avdúkingarnar frá Reuters.
Søgan hjá Reuters byggir á samrøður við níggju fyrrverandi starvsfólk hjá Tesla.
Tey hava greitt frá um videoupptøkur, sum hava verið í umferð millum starvsfólk. Eitt nú av einum naknum manni, sum gongur yvir móti bili sínum.
Eisini eitt filmsbrot av einum Tesla-bili, ið rakar eitt barn á súkklu hevur verið í umferð á skrivstovuni hjá felagnum í Silicon Valley í Kalifornia.
Starvsfólkini skuldu eisini havt brúkt myndir av kelidjórum hjá Tesla-eigarum til at gera ‘memes’ – skemtimyndir við teksti – ið vórðu deild á bólkakjattum.
Tesla brúkar, sambært fyritøuni sjálvari, dátur frá bilinum og myndatólunum til at menna og betra sínar bilar. Eisini verða myndirnar brúktar til at menna evnini hjá Tesla-bilunum til sjálvir at koyra, skrivar Ritzau.
Bilaeigarararnir skulu ikki geva játtan til at dáturnar verða brúktar.
Í privatlívspolitikkinum hjá Tesla skrivar felagið, sambært Reuters, at myndaupptøkurnar frá bilunum, vera verðandi anonymar.
Eitt av fyrrverandi starvsfólkunum hevur greitt Reuters frá, at summar av upptøkunum eru gjørdar, meðan bilurin var sløktur, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald