Innanlands

Bilar fastir í kavanum

Landsverk heitir í morgun á bilførarar um at koyra varliga – Koyrandi er nú á Gjáarvegnum aftur

2022-02-07 10:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Landsverk boðar í morgun frá, at hált og glerstoytt er í støðum um alt landið, og verður heitt á fólk um at koyra varliga.

Boðað verður m.a. frá hálku á Gerðabøi í Klaksvík, á Tjørnuvíkarvegnum, og á Oyggjarvegnum við Norðadalsskarð. Eisini verður boðað frá hvirlum í støðum.

Umframt hetta hevur kavin í morgun aftur elvt til langar bilrøðir. Sum Portalurin skilur standa nógvir bilar fastir á Vestmannavegnum.

Landsverk sigur eisini, at nú blot kemur í kavan, kann vandi verða fyri áarlopi, og í løtuni er ikki koyrandi á Gjáarvegnum.

Koyrilíkindini hjá Landsverki síggjast her.

Dagføring: Sum skilst, eru góð koyrilíkindi nú. Árni Jacobsen, økisleiðari á Landsverki, segði við Útvarpið á middegi, at bilarnir eru leysir aftur. Landsverk boðar eisini frá, at tað er koyrandi á Gjáarvegnum aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder