Tað er ógvuliga hált í morgun og løgreglan heitir á bilførarar, serliga í norðara part av Eysturoynni, um at vísa størsta varðsemi.
Í morgun varð ein bilførari fluttur á sjúkrahús til kanningar eftir at hann var gliðin oman av vegnum í bili sínum. Hetta hendi í Funningsfirði, tá viðkomandi skuldi til arbeiðis tíðliga í morgun.
Í nátt ella tíðliga í morgun kom ein lastbilur illa fyri í nógvu hálkuni á vegnum úr Syðrugøtu og niðan á Gøtueiði.
Hetta var klokkan 03.20 – altso áðrenn byrjað varð at stalta í morgun – at ein bilur hjá Posta ikki megnaði niðan í nógvu hálkuni. Bilurin fór á glið, og endaði í bilverjuni í niðaru síðu á vegnum.
Løgreglan hevur fingið fleiri fráboðanir – serliga í norðara parti av Eysturoynni – um hálku. Annars boðar Landsverk frá, at hált er um alt landið í morgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald