2024-01-16 16:42
Persónbilar og fleiri trailarar standa fastir á Gøtueiði, og eisini eru avbjóðingar við ferðsluni á Sandavágshálsi.
Tað segði løgreglan við miðlarnar fyri løtu síðani, og heitir á fólk um ikki at koyra óneyðugt, soleiðis sum líkindini eru nú.
Grivið verður kring landið, men alt kann ikki gravast samstundis, og tí vera fólk noydd at geva tol, sigur løgreglan.
Vegurin um Gøtueiði, sum hevur verið stongdur tvær ferðir í dag er nú opin aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald