2023-11-30 15:25
Um 11 tíðina fyrrapartin fekk løgreglan fráboðan um ein samanstoyt millum tveir bilar við útkoyringina á Norðskála út á landsvegin um brúnna.
Trý fólk vóru í teimum báðum bilunum, og øll trý vórðu flutt á Landssjúkrahúsið við politieskortu.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini upplýsir seinnapartin, at bilarnir fingu so mikið stóran skaða, at teir máttu flytast av staðnum við hjálp frá Tórshavnar sløkkiliði.
Í sambandi við ferðsluóhappið var vegurin stongdur eina løtu, men umleið klokkan 13 var aftur koyrandi.
Einki bendir á, at tað er hálka, sum er orsøkin til óhappið, sigur løgreglan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald