Innanlands

Bilasølan Nordcar skiftir navn og fær nýggjar eigarar

Eigaraskarðin telur nú m.a. brøðurnar Palla og Jógvan Skorheim umframt Jóhann Lützen. Móttøka verður fríggjadagin 4. mars

Palli Skorheim, stjóri í Komfort bilum

Palli Skorheim, stjóri í Komfort bilum

2022-03-02 11:30 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í sambandi við at Nordcar hevur fingið nýggjar íleggjarar, skifta vit navn til Komfort bilar. Fleiri broytingar eru á veg, og í tí sambandi hava vit móttøku fríggjadagin 4. mars, sigur Palli Skorheim, stjóri í Komfort bilum. 

Eigaraskarðin telur nú m.a. brøðurnar Palla og Jógvan Skorheim umframt Jóhann Lützen og Valbjørn Mittelstein. Nýggju eigararnir tóku við í gjár 1. mars. Í sambandi við hetta ynskja vit at takka Gordon Rajani, Birgir Dam Jacobsen og Frits Dam Jacobsen fyri møguleikan, og gleða okkum at koma í gongd.

Komfort bilar selja bilamerkini BMW, Mini, Fiat, Jeep, Alfa Romeo og Maxus. Verkstaðið er autoriserað til øll hesi merkini, umframt at verkstaðið er autoriserað at servicerað Honda, upplýsir Palli Skorheim. 

Vit taka heitu luftina úr prísunum
Tað, tú rindar fyri ein nýggjan bil og tað, tú fært fyri ein brúktan, eigur at standa mát við veruleikan, sigur Palli Skorheim. 

Tí fara vit undir nýggjan prísbygna og lækka prísirnar niður á eitt stig, ið gevur gjøgnumskygni - bæði fyri keypara og seljara. 

Við øðrum orðum: Rættan bil og rættan prís, slær Palli fast.

Nýggj heimasíða
Vit hava ment eina nýggja heimasíðu www.komfortbilar.fo har kundar okkara kunnu síggja okkara nýggju prísir umframt aðra kunning um okkara bilar.

Almenn móttøka
Í sambandi við broytingarnar skipað vit fyri móttøku fríggjadagin 4. mars kl. 15 í Smiðjugerði 4. Vit vóna at síggja so mong sum gjørligt og fáa eitt gott bilprát, sigur Palli Skorheim.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder