Innanlands

Bilasølurnar 28,9 milliónir í samlaðum rakstraravlopi í 2020

Wenzel P/F og Waag P/F høvdu nógv bestu rakstrarúrslitini í 2020

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-03-15 18:01 Author image
Birgir Nielsen, Nira
placeholder

Um hugt verður eftir roknskapunum fyri 2020 hjá teimum níggju bilasølunum í Føroyum, kann staðfestast at úrslitini eru sera ymisk. Serliga er tað tær stóru bilasølurnar sum vinna mest av peningi, fyrst og fremst tí at tey selja flest nýggjar bilar.

Rakstrarúrslitið hjá Wenzel var 9,6 mió.kr. meðan Waag hevði 8,8 mió.kr. í rakstrarúrslitið. Á triðja plássi er Bilasølan P/F við rakstrarúrslitið á 3,8 mió.kr., meðan Bilrøkt hevði 2,8 mió.kr. í rakstrarúrsliti.

Einasta bilasøla, sum hevði hall í 2020 var Berg Motors P/F, sum hevði eitt rakstrarhall á 2,1 mió.kr. 

[object Object]

Samlaða sølan hjá føroysku bilasølunum er ikki víst í almennu roknskapunum. Tí er bruttovinningurin besta ábending um samlaðu søluna hjá bilasølunum, men tað má sjálvsagt takast við ávísum fyrivarni, tá vit ikki síggja rakstrarútreiðslurnar, sum eru ymiskar hjá hvørjari einstakari bilasølu. 

Størsta bruttovinningin hevði Reyni Service við 31,6 mió.kr., og rakstrarúrslitið eftir skatt var 2,7 mió.kr., sum gevur Reyni Service eitt fjórða pláss. Næststørsta bruttovinningin hevði Wenzel P/F við 27,1 mió.kr. og einum rakstrarúrsliti upp á 9,6 mió.kr. Á triðja plássið hevði Waag P/F ein bruttovinning á 21,1 mió.kr. og hevði eitt rakstrarúrslit upp á 8,8 mió.kr.

[object Object]

Um hugt verður eftir fíggjarligu styrkini hjá Bilasølunum, so síggjar vit, at Reyni Service hevur nógv størsta eginpeningin við 54,8 mió.kr., meðan Waag P/F er á øðrum plássi við einum eginpeningi á 49,8 mió.kr. Á triðja plássið er Auto Service P/F við 28,4 mió.kr.

[object Object]

Lyklatølini hjá bilasølunum í Føroyum eru eisini sera ymisk.  

Ognaravkast er tað lyklatalið, sum vísir best, hvussu gott rakstrarúrslitið er í mun til tann kapitalin á fíggjarstøðuni, sum bilasølurnar í 2020 nýttu at reka teirra felag. 

Bilasølan P/F liggur á fyrsta plássið við 14,1 prosentum í ognaravkasti, Bilrøkt Sp/f hevði 14,0 prosent og Wenzel P/F hevði 11,3 prosent í ognaravkasti. 

Tá talan er um trygdarevni (soliditetur), sum er eginpeningur í mun til samlaðu skyldur, so er Nordbil Sp/f í 2020 á odda við 52,9 prosentum meðan Waag P/F er á øðrum plássið við 52,8 prosentum. Bilrøkt er á einum triðja plássi við 44,7 prosentum í trygdarevni í 2020. 

Eginpeningsavkastið (rakstrarúrslit í mun til eginpening) vísir hvussu fíggjarliga avkastið hjá eigarunum hevur verið í árinum. Besta eginpeningsavkastið hevði Bilasølan P/F við 89,5 prosentum og næst var Nordbil Sp/f við 66,6 prosentum meðan Wenzel P/F lá á triðja plássið við 34,5 prosentum.   

Roknskapirnir fyri 2021 kunnu væntast at koma inn næstu mánaðirnar. Tí verður spennandi at síggja um broytingar verða í roknskapunum hjá bilasølunum og hvør fær bestu úrslitini í 2021. 

Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f. www.nira.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder