
Nira hevur aftur í ár gjørt roknskapargreining av øllum bilasølunum í Føroyum. Talan er um níggju bilasølur, sum øll hava umboð og selja nýggjar persónbilar og vørubilar.
Árið 2021 royndist avbera væl hjá flestu bilasølunum. Samlaða avlopið hjá øllum bilasølunum í 2021 var heilar 44 mió.kr., sum er 15,1 mió.kr. meira enn í 2021, tá samlaða avlopið var 28,9 mió.kr. Vøksturin er heili 52 prosent.
Nógv tað besta ársúrslitið hevði Wenzel P/F.
Rakstrarúrslitini hjá føroysku bilasølunum í 2021
Aftur í ár hevði Wenzel P/F nógv tað besta ársúrslitið á 15,2 mió.kr., meðan Waag P/F aftur í ár var á øðrum plássi við 9,8 mió.kr. og Bilasølan P/F enn einaferð var á triðja plássi við 6,8 mió.kr. í avlopi.
Vit kunnu eisini upplýsa, at Berg Motors P/F, sum var einasta bilasøla sum hevði hall í 2020, hevði eitt avlop á 3,5 mió.kr. í 2021 og kom á eitt fimta pláss.
Tað var bert ein bilasøla sum hevði hall í 2021 og tað var Komfortbilar Sp/f, sum hevði eitt lítið hall á -96 tkr.
Samlaða sølan hjá føroysku bilasølunum verður ikki almannakunngjørd í roknskapunum og er hetta helst av kappingarligum áðum. Men vøksturin í Ebidta og ársúrsitunum hjá felstu bilsølunum kann allarhelst metast at koma frá øktari bilasølu í 2021 og størri virksemi yvirhøvur.
Harafturat meta vit, at fleiri bilasølur aftaná koronaárið 2020 hava økt munandi um inntøkunrar frá leigubilum til útlendsk ferðafólk, nú ferðavinnan aftur hevur tikið dik á seg.
Talið á nýggjum seldum bilum hjá teimum ymisku føroysku bilsølunum í 2021
Sambært tølum frá Akstovuni fyri seldar nýggjar bilar í 2021 býtt á merkir, sum bilasølurnar umboða og selja, hava vit gjørt upp hvussu nógvar nýggjar bilar tær føroysku bilasølurnar seldu í 2021.
Á fyrsta plássi var Wenzel P/F við samanlagt 477 nýggjum seldum bilum. Wenzel selur og umboðar merkini Ford, Volvo, Mazda og Polestar.
Á øðrum plássi kom Waag P/F við samanlagt 462 nýggjum bilum. Waag selur og umboðar Mercedes, Mitsubishi, Hyundai, Renault og Dacia.
Á triðja plássi kom Bilasølan P/F við í alt 350 nýggjum seldum bilum. Bilasølan hevur umboðini uppá bilmerkini Audi, VW,og Skoda.
Greiningin vísir, at tað er ein greiður samanhangur millum talið av seldum bilum og árslitunum hjá hesum feløgum. Tær bilasølurnar sum selja nógvar bilar, hava í størsta mun bestu úrslitini, hóast onkur undantøk eru.
Einasta bilasøla sum seldi lutfallsliga fáar bilar og allíkavæl fekk eitt rímuliga gott úrslit, var Berg Motors, sum seldi 112 nýggjar bilar, men hevði eitt avlop á 3,5 mió.kr. Hvør orsøkin er, síggja vit ikki í roknskapinum, men við tað at Berg Motors umboðar bæði AVIS og Budget útleigubilar umframt selur Scania lastbilar, so kann partur av úrslitinum stava frá hesum inntøkukeldum.
Fíggjarstøðan hjá bilasølunum í Føroyum
Tá hugt verður eftir fíggjarstøðuni hjá bilasølunum, sæst at sera stórur munur er á støddini á feløgunum.
Tann bilasølan, sum hevur størstu bókaðar ognir er Reyni Service P/F, sum hevði hevði samlaðar ognir á 133,1 mió.kr.
Á øðrum plássi hevði Wenzel 100,5 mió.kr. í samlaðum ognum, meðan Waag P/F kom á triðjaplássi við 95,2 mió.kr.
Eginpeningur og skyldur hjá føroysku bilasølunum
Um hugt verður eftir fíggjarligu styrkini hjá bilasølunum, so síggja vit, at Reyni Service hevur størsta eginpeningin við 59,7 mió.kr., meðan Waag P/F er á øðrum plássi við einum eginpeningi á 54,6 mió.kr. Á triðja plássi er Wenzel P/F við 43 mió.kr.
Samlaði eginpeningurin hjá øllum níggju bilasølunum var við árslok 2021 í alt 254,2 mió.kr.
Føroysku bilasølurnar eru samanlagt væl fyri, har langfreistaða skuldin í alt bert er 92 mió.kr.
Størstu langfreistaða skuldina í 2021 hevði Wenzel P/F við 19,9 mió.kr. Næststørstu langfreistaðu skuldina hevði Berg Motors P/F við 19,5 mió.kr. og á triðja plássi hevði Waag P/F við 19,1 mió.kr.
Lyklatølini hjá føroysku bilasølunum
Tað er sera ymiskt hvussu lyklatølini eru hjá bilasølunum. Í stóran mun eru lyklatølini nógv tengd at úrslitunum og støddini á feløgunum og tess eginpeingi, og mugu tey tí takast við ávísum fyrivarni.
Besta eginpeningsavkast hevði Bilasølan P/F við 108 prosent, men hetta kemst serliga av at Bilasølan P/F hevur 6,4 mió.kr. í eginpeningi sammett við eitt nú Wenzel P/f, sum hevði ein eginpening á 54,6 mió.kr. og eitt eginpeningsavkast á 35 prosent.
Samanlagt høvdu allar bilasølurnar ein eginpening við árslok 2021 á 254 mió.kr. og ein eginpeningsforrenting í 2021 á 17 prosent í miðal.
Besta lønsemi av bilasølunum, um hugt verður eftir lyklatalinum ognaravkast, hevði Bilasølan P/F við 21 prosent. Men aftur her mugu vit taka fyrivarni, av tí at Bilasølan hevur eina lutfallsliga lítla fíggjarstøða, av tí at felagið ikki eigur bygningarnar.
Næststørsta lønsemi hevði Wenzel P/F við 15,1 prosentum og á triðja plássi var Waag P/F við 10,3 prosentum.
Samanumtikið hava føroysku bilasølurnar haft eitt sera gott roknskaparár í 2021. Bilasølurnar eru flest allar væl fyri við góðum eginpeningi og lágari langfreistari skuld.
Nú føroyska bilasølan í 2022 tykist at minka sammett við í 2021, sum hendan greiningin umrøður, eru ábendingar um, at árið 2022 neyvan verður eins gott sum 2021. Men livst so spyrt, og vita vit ikki endaliga fyrr enn um somu tíð komandi ár.
Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevingarfyritøkuni Nira Sp/f www.nira.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald