Uttanlands

Bilbumba brast á brúnni til Krim-hálvoynna

Brúgvin millum Russland og Krim-hálvoynna hevur tó ikki fingið stóran skaða, siga russiskir myndugleikar

2022-10-08 09:51 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgun brast ein bilbumba á brúnni millum Russland og Krim-hálvoynna, og eldur kom í fleiri tankavognar, sum skuldu við toki til Krim.

Russisku myndugleikarnir upplýsa, at mann hevur stongt fyri ferðsluna yvirum brúnna og eru ferjur settar inn í staðin.

Russiski forsetin, Vladimir Putin hevur sett eina stjórnarnevnd, sum skal staðfesta orsøkina til oyðileggingarnar á fýra ára gomlu Krim-brúnni, skrivar DR.

Brúgvin hevur tó ikki fingið stóran skaða, og verður skjótt at bøta um hann.

Krim-hálvoyggin hevur verið hersett av russum síðan 2014, men flestu lond viðurkenna ikki Krim sum partur av Russlandi.

Mikhail Podolya, ráðgevi hjá ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj hevur deilt eina dagføring á Twitter, sum gevur ábendingar um, at Ukraina stendur aftanfyri.

– Krim, brúgvin, byrjanin. Alt, sum er ólógligt skal oyðileggjast, alt, sum er stolið, skal latast aftur til Ukraina, alt, sum er hersett av Russlandi má rekast burtur, skrivar hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder