Um tvey-tíðina í nátt støðgaði ein patrulja einum bili í høvuðsstaðnum. Um konkretur illgruni var ella ikki, framgongur ikki á døgnrapportini, men vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn staðfestur í morgun, at persónurin varð tikin fyri rúsdrekka koyring.
Bilførarin skuldi blása, og og nøgdin av rúsdrekka vísti seg at vera ov høg. Nú verður bíðað eftir svari uppá blóðroyndina.
Persónurin vísti seg eisini at hava rúsevni í blóðinum: Kannabis. Hetta skal nú eisini kannast nærri.
Um tað er til medisinska nýtslu, so skal viðkomandi hava læknaváttan og annað fyri tað. Annars verður skuldsetingin fyri rúsdrekka- og rúsevniskoyring.
Hetta var einasta málið, ið løgreglan hevði á døgnrapportini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald