Innanlands

Bilførari fekk koyribann – koyrdi 123 km/t á Gøtueiði

Fleiri brot á ferðslulógina vórðu staðfest av løgregluni í gjár

2025-02-27 11:08 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ferðsluløgreglan gjørdi um seg í gjár tá nógvir bilførarar fingu bót, klipp ella frákenning av koyrikortinum.

Mikumorgunin var løgreglan til staðar uttan fyri ein av dagstovnunum í Klaksvík. Her vórðu tveir bilførarar skuldsettir fyri ikki hava børnini í bilinum rætt íbundin.

Fyrrapartin vórðu ferðkanningar gjørdar á einum vegastrekki í Saltangará, har mest loyvda ferðin er sett niður í 30 kilometrar um tíman. Ein bilførari fær klipp í koyrikortið fyri at koyra 52 kilometrar um tíman.

Um Gøtueiði vóru tað fleiri, sum koyrdu alt ov skjótt. Tríggir bilførarar fáa bót, tveir fáa klipp fyri at koyra 105 og 106 kilometrar um tíman, og ein ungur bilførari fekk koyriforboð – hann koyrdi 123 kilometrar um tíman.

Við Gøtugjógv var ein bilførari, sum fekk klipp og bót fyri at koyra 80 kilometrar um tíman. Hægst loyvda ferðin gjøgnum bygdina er 50 kilometrar um tíman.

Seinni á kvøldið var løgreglan á Kambsdali, har tveir bilførarar fingu treytaða frádøming av koyrikortinum við at koyra 115 og 122 kilometrar um tíman. Hartil var tað eisini ein bilførari, sum tosaði í handhildna telefon undir akstri.

Seinnapartin í gjár varð boðað frá olju á vegnum nærhendis rundkoyringina Velbastaðvegur/Dr. Dahls gøta við Landssjúkrahúsið. Talan var um hydraulikkolju, sum var likin úr einum lastbili. Vegabreytin varð vaskað so ferðslan aftur kundi koyra ótarnað. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder