Innanlands

Bilførari fekk tvey klipp

Ein bilførari varð í gjár tikin fyri at yvirhála tvær ferðir inni í Eysturoyartunlinum

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2022-01-09 16:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár var ein ungur bilførari so óheppin at fáa tvey klipp í koyrikortið.

At yvirhála í einum tunli er ikki lov, minnur løgreglan á, men hetta gjørdi hesin bilførarin inni í Eysturoyartunlinum.

Bilførarin yvirhalaði ikki bert eina men tvær ferðir, og tí fekk hann tvey klipp, upplýsir løgreglan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder