Hetta vikuskiftið eru aftur fleiri jólaborðhald á skránni, og í hesum sambandi gjørdi løgreglan aftur nógv burturúr at steðga bilum at kanna, um førarin var edrúur.
Tað var soleiðis, at løgreglan klokkan fimm í morgun kom fram á ein bilførara í Havn, sum koyrdi ávirkaður.
Blóðroynd er tikin av honum, og bíðað verður nú eftir úrslitinum. Viðkomandi er skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring, og kann hann vænta sær eina bót, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Løgreglan hevur eisini verið runt og vitjað skeinkistøð at kanna, um alt var í lagi, og tað var tað.
Vaktleiðarin leggur afturat, at lítið av fólki hevur verið í býnum í nátt, og at náttin sum heild hevur verið stak friðarlig.
Í gjár stutt eftir klokkan hálvgum tólv, var eitt minni ferðsluóhapp eisini í Suðuroynni.
Talan var um ein bil, sum varð farin á glið í hálkuni, og endaði hann við at koyra útav vegnum. Eingin skaði var tó av nøkrum slagi, sigur løgreglan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald