Innanlands

Bíligari at vera húsaeigari í dag

Sambært greining hjá Betri Banka fer minni partur av inntøkuni til bústað í dag í mun til áðrenn fíggjarkreppuna fyri 10-12 árum síðani

2020-01-23 18:49 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Orsøkirnar til gongdina eru serliga metlága rentan, lægri inntøkuskattur, og at lønirnar eru hækkaðar.

Sostatt er bústaðarbyrðan fallin. Bústaðarbyrðan er roknað sum prosentparturin av inntøkuni eftir skatt hjá einum pari við tveimum børnum, sum fer til at fíggja ein bústað. Greiningin er gjørd við støði í miðal sethúsaprísum og miðal inntøkum í Føroyum.

[object Object]

Greiningin vísir, at beint áðrenn fíggjarkreppuna í 2008-2009 fór størri partur av inntøkuni til bústað enn í dag. Í Tórshavn hava fólk í miðal 8% meira av inntøkuni eftir, tá parturin til bústað er goldin. Í øðrum økjum er munurin millum 3% til 8%.

Tað merkir eisini, at hóast sethúsaprísirnir hava verið støðugt hækkandi seinastu árini, fer minni partur av inntøkuni til bústað í dag. Umframt lága rentustøðið og vaksandi lønarinntøkur, so eru orsøkirnar eisini, at inntøkuskatturin sum heild er lækkaður, og at barnafrádráttirnir eru hækkaðir í flestu kommunum.

[object Object]

Til samanberingar var bústaðarrentan 7,25% í 2007, og miðal lønarinntøkan var 267.000 krónur. Í dag er bústaðarrentan 2,95%, og miðal lønarinntøkan er 361.000 krónur. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder