Innanlands

Biljagstran í Eysturoynni

Løgreglan fekk illgruna um, at ein bilførari koyrdi ávirkaður, men bilførarin noktaði at steðga, og tí endaði tað við, at løgreglan mátti koyra á bilin

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-01-04 09:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt var ein rættiliga óvanlig hending í Eysturoynni.

Stutt fyri midnátt fekk løgreglan illgruna um, at ein bilførari koyrdi ávirkaður av rúsdrekka í Rituvík, og tá løgreglan royndi at steðga bilinum, koyrdi viðkomandi undan, og so byrjaði ein longri biljagstran, sum endaði á Glyvrum, har løgreglan noyddist at koyra á bilin fyri at steðga honum.

Tað er rættiliga óvanligt, at fólk ikki steðga, og at neyðugt er við slíkari loysn, men hesin bilførarin koyrdi so óstøðugt, at ein sonevnd tilætlað ákoyrding var neyðug, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at hvørki løgreglubilurin ella ákoyrdi bilurin fingu stóran skaða.

Bilførarin er skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring, fyri ferðsluóhapp orsakað av rúsdrekkakoyring, og fyri ikki at gera eftir boðunum frá løgregluni, og møguliga verða onkrar aðrar skuldsetingar eisini, verður upplýst.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder