Innanlands

Bill ásannar at hann er fallin

Steffan Klein Poulsen og Jenis av Rana verða helst valdir fyri Miðflokkin

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-12-08 23:06 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Bill Justinussen, sum hevur sitið á tingi fyri Miðflokkin í nógv ár, ásannar nú, at hann er fallin.

Forsøgnin higartil vísir, at Miðflokkurin fær tvey umboð á tingi, og tað er onki, ið bendir á, at Bill Justinussen varðveitir annað plássið á listanum.

Tað er yvirtikið av unga Steffan Klein Poulsen, sum hevur sitið á tingi meðan Jenis av Rana hevur sitið í landsstýrinum.

Áðrenn Argir og Havnin eru komin inn, hevur Steffan Klein fingið flest atkvøður á miðflokkalistanum, 415, meðan Jenis av Rana hevur 382 og Bill Justinussen 301.

“Takk av hjarta til tykkum øll, sum hava valt meg alla hesa tíð. Her eru tó ongi tár, tí mítt privilegium hevur verið stórt”, skrivar Bill Justinussen á Facebook í eini tøkk til veljarar sínar.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder