Hægsti rættur í amerikanska statinum Pennsylvania kom í gjár við einum úrskurði, sum merkir, at dómurin móti Bill Cosby fyri kynslig brotsverk verður broyttur. Hann verður tí leyslatin úr fongslinum.
Avgerðin er tikin eftir at Cosby hevur sitið í yvir tvey ár av einum dómi, sum hann fekk í 2018. Dómurin ljóðaði upp á millum trý og tíggju ára fongsul fyri brotsverk móti eini kvinnu í 2004, skrivar Ritzau.
Cosby var leyslatin í gjárkvøldið, okkara tíð.
Hann hevur fyrr sagt, at hann heldur vildi sita tíggju ár í fongsli, enn at vísa angur fyri tað, hann gjørdi móti Andrea Constand í 2004.
Hann var ákærdur fyri at hava doyvt og misbrúkt hesa kvinnuna kynsliga. Cosby vísti aftur, at talan var um brotsverk móti henni. Hann sigur, at hon hevði givið sítt samtykki.
Í 2019 tapti hann eitt kærumál.
Men dómstólurin í Pennsylvania metir nú, at eitt umsitingarligt mistak var gjørt í rættarmálinum móti sjónleikaranum, sum einaferð var millum best umtóktu stjónvarpsstjørnurnar í USA.
Rætturin staðfestir, at Cosby hevði fingið eitt lyfti frá einum fyrrverandi ákæra í málinum. Lyftið snúði seg um, at Cosby ikki vildi verða rættarsøktur fyri úttalur, hann var komin við í einum øðrum, borgarligum, rættarmáli.
Í dómsavgerðini verður sagt, at núverandi ákærin í statinum, Kevin Steele, ið tók avgerðina um at handtaka Cosby, er bundin til at halda lyftinum, sum ungangongumaður hansara gav.
Cosby vann seg inn í hjørtuni hjá øllum amerikanarum í leiklutinum sum familjupápin Cliff Huxtable í “The Cosby Show” – og hann varð ofta umrøddur sum fyrimyndin hjá øllum amerikanskum pápum.
Tilsamans 60 kvinnur hava skuldsett Cosby fyri kynsligar valdsgerðir, sum eru farnar fram síðan einaferð í 1960’unum.
Tær flestu av skuldsetingunum kunnu tó ikki roynast við dómstól, tí tær eru firnaðar. Tí vóru tað bert skuldsetingarnar hjá Andrea Constand, ið endaðu í rættinum.
Bill Cosby er í dag 83 ára gamal.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald