Uttanlands

Bill de Blasio stuðlar Bernie Sanders

Borgarstjórin í New York City, sum sjálvur hevur stillað upp til forsetavalið, heldur, at Bernie Sanders er tað valevnið, sum kann vinna á Trump

Bill de Blasio (Mynd: EPA)

Bill de Blasio (Mynd: EPA)

2020-02-15 13:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Bill de Blasio, borgarstjóri í New York City sigur seg stuðla vinstravenda senatorinum, Bernie Sanders í stríðnum um at gerast forsetavalevnið hjá demokratunum.

– Eg stuðli Bernie, tí hann stuðlar arbeiðandi familjum og hevur altíð stuðlað teimum. Fólk í New York kenna bert alt ov væl til tann skaða, sum fremmandahaturin, snævurskygnið og ábyrgdarloysið hjá Trump hevur framt. Bernie er tað valevnið, sum kann vinna á honum, segði hann við CNN fríggjadagin.

Sjálvur sigur Bernie Sanders, at hann er errin av at fáa stuðul frá borgarstjóranum í New York City.

– Bill de Blasio borgarstjóri veit, at einasti mátin, vit kunnu sigra móti Trump er við at sameina fólk allastaðni frá um eina dagsskrá, sum snýr seg um tørvin hjá arbeiðandi familjum, sigur hann sambært Ritzau.

Bernie Sanders leggur afturat, at bæði hann og kona hansara, Jane O'Meara Sanders, eru uppvaksin í Brooklyn, sum er ein býarpartur í New York City, og eru tey sera errin um at fáa stuðul frá einum borgarstjóra úr býnum, sum hvønn dag stríðist fyri at betra lívið hjá fólki í New York City.

Bill de Blasio skal eftir ætlan føra valstríð við Bernie Sanders í Nevada áðrenn undanvalið í statinum 22. februar, og er hann fyrsta fyrrverandi valevnið, sum stuðlar Sanders.

Bill de Blasio stillaði sjálvur upp fyri demokratarnar, men hann tók seg úr valstríðnum í september. Orsøkin var, at tað ikki eydnaðist honum at savna nóg nógvan stuðul til at luttaka í sjónvarpskjakinum hjá demokratunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder