Innanlands

Bill er nú limur í Fólkaflokkinum

- Brotið við Miðflokkin er hent í virðing og sóma frá báðum pørtum, sigur Bill Justinussen

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-02-10 13:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Bill Justinussen er farin úr Miðflokkinum og er nú limur í Fólkaflokkinum. Tað váttar hann fyri VP í dag.

– Eg eri ov borgarligur til Miðflokkin. Nú eg ikki eri tingmaður longur, vil eitt floksskifti ikki skaða tann flokkin, sum eg var við til at stovna fyri góðum 30 árum síðani, sigur hann.

- Brotið við Miðflokkin er hent í virðing og sóma frá báðum pørtum, og tað fegnist eg stórliga um.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder