
Tað valdar í løtuni óvissa um, tað er verandi samgongu lív lagað ella ikki.
Fyrrapartin loysti løgmaður Jenis av Rana úr starvinum sum landsstýrismann í uttanríkis- og mentamálum, tí at formaður Miðfloksins í samrøðu við FM1 í gjár segði seg vónað, at ein løgtingsmaður beinleiðis fer at ganga í móti boðum løgmans. Hetta var dropin hjá Bárði á Steig Nielsen:
- Síðani eg tók við sum løgmaður havi eg roynt at vera savnandi, diplomatiskur og rúmligur. Men samstundis má eg ásanna, at landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum yvir eitt longri tíðarskeið, hevur bjóðað hesum av. Tá landsstýrismaðurin so í gjár alment heitir á onnur landsstýrisfólk um beinleiðis at ganga í móti boðum løgmans, ja tá røkkur mín rúmligheit ikki longur, sigur løgmaður í viðmerking.
Stóri spurningurin sum hevur hingið í luftuni síðani er, hvørt Miðflokkurin orsakað av hesum fer at taka seg úr samgonguni ella ikki - og harvið greitt leggja upp til nýval - ella ikki.
- Tað kom rættiliga óvart á okkum, at tað gjørdist hatta málið, sum feldi landsstýrismannin hjá okkum. Vit høvdu fyrireikað okkum upp á, at tað fór at koma eitt misálit á hann vegna útsøgn hansara í valsendingini undan fólkatingsvalinum.
Soleiðis segði Bill Justinussen í stuttari viðmerking fyrrapartin.
Tingmaðurin hjá Miðflokkurin segði eisini við Norðlýsið, at hann er fúsur at taka við sessinum sum landsstýrismaður í uttanríksimálum. Hetta hevur Bill Justinussen ikki stórvegis ávirkan á. Hann og nú fyrrverandi løgtingslimurin, Steffan Klein Poulsen, eru ikki í floksstjørnuni, sum eftir ætlan fer á fund á Gamla Apotekið klokkan 14.
Portalurin hevur fingið upplýst, at fundurin helst at varða eina góða løtu - møguliga fleiri tímar.
Rani Andrasson Skaalum er formaður í floksstjórn Miðfloksins. Jenis av Rana er sjálvur peningarøkil. Hinir limirnir í floksstjórnini er sonur Jenisar, Dánjal av Rana, skrivari, Rósa Tyril Gaardlykke, Fimmbogi Poulsen, Leif Høj og Aksel K. Berg, sum umboðar ungdómsfelagið Ung fyri Miðflokkin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald