2024-04-29 18:26
Nú verður møguleiki at uppliva amerikansku heimsstjørnuna, Billie Eilish, í Royal Arena, ikki so langt frá flogvøllinum í Kastrup.
Men konsertirnar verða ikki fyrr enn næsta ár, 28. og 29. apríl.
Danskir miðlar kundu í dag upplýsa, at amerikanska sangarinnan hevur gjørt av at leggja leiðina fram við Danmark. Konsertirnar verða partur av heimsumfatandi konsertferðini hjá Oscar-vinnandi sangarinnuni. Konserttúrurin hevur fingið heitið “Hit me Hard and Soft”.
17. mai kemur út triðja heildarútgávan hjá Billie Eilish.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald