Um middagsleitið í gjár fekk løgreglan fráboðan um eina heldur løgna hending í Oyndarfirði.
Tríggir bilar í bygdini fingu skaða samstundis.
Ein fjórði bilur hevði parkerað tætt við, men sum vaktleiðarin sigur, so hevði viðkomandi "helst ikki trekt hondbremsuna nóg væl".
Bilurin fór á rull og rakti hinar tríggjar parkeraðu bilarnar. Allir fingu materiellan skaða. Einki fólk var í bilunum, tá hetta hendi.
Í mun til ferðslu, sigur vaktleiðarin eisini, at tað vóru málrættaðir kanningar gjørdar í gjár. Hetta snúði seg um rúsdrekkakoyring, sum løgreglan hevur fingið fleiri fráboðanir um í seinastuni. Har varð tó einki mál um rúsdrekkakoyring niðurskrivaði í gjár.
Dagført: 08.18
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald