Innanlands

Bilrøkt 2,4 mió.kr. í avlopi í 2021

Tvær milliónir vóru lutaðar út sum vinningsbýti til eigararnar

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-04-23 19:50 Author image
Birgir Nielsen, Nira
placeholder

Bilrøkt byrjaði sítt virksemið í 2005 við reingerð av bilum og brúktbilasølu. Í 2007 var flutt út á Stiðjagøtu har felagið síðani hevur bygt støðugt út, og í dag hevur eina nýmótans bilsølu og verkstað.

Bilrøkt hevur í dag umboð uppá bilmerkini Kia, MG og ISUZU. Í 2021 seldi Bilrøkt samanlagt 304 bilar.

Roknskapurin hjá Bilrøkt Sp/f fyri 2021 vísur, at bruttovinningurin øktist úr 11,1 mió.kr. til 11,7 mió.kr., sum er ein vøkstur á 5,3 prosent.

Starvsfólkakostnaðirnir øktust úr 6,1 mió.kr. í 2020 til 7 mió.kr. í 2021, sum er ein vøkstur á 14 prosent. Sambært heimasíðuni er starvsfólkatalið í Bilrøkt tilsamans 22 starvsfólk.

[object Object]

Úrslitið áðrenn avskrivingar í 2021, eisini nevnt Ebidta, var 4,7 mió.kr., sammett við 4,9 mió.kr. í 2020, sum er ein fall á 5,7 prosent.

Ársúrslitið í 2021 gjørdist eitt avlop á 2,3 mió.kr. sammett við 2,8 mió.kr. í 2020.

Aðalfundurin hevur samtykt at luta 2 mió.kr. av ársúrslitinum út til eigararnar sum vinningsbýti.

Fíggjarjavnin hjá Bilrøkt Sp/f er øktur úr 20 mió.kr. í 2020 til 24,1 mió.kr. í 2021. 

Støðisognirnar eru øktar úr 4,1 mió.kr. í 2020 til 5,7 mió.kr.. í 2021.

Ognir í umferð eru øktar úr 15,8 mió.kr. í 2020 til 18,3 mió.kr. í 2021. Serliga kann síggjast at vørugoymslurnar og áogn er økt í 2021.

Bilrøkt Sp/f er rímuliga væl fyri fíggjarliga, har eginognin í 2021 er 9,8 mió.kr. Trygdarevnið er tískil 40,1 prosent, sum verður roknað at verða gott.

Felagið hevur onga langfreistaða skuld. Føstu ognirnar eru ogn hjá Bilrøkt Fastogn Sp/f og Bilrøkt Sp/f leigar sostætt ognirnar.

Stuttfreistaða í Bilrøkt Sp/f skuldin er økt úr 10,6 mió.kr. í 2020 til 13,8 mió.kr. í 2021.

Stjóri í Bilrøkt Sp/f er Jákup á Borg. Felagið hevur onga nevnd.

Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen hjá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f, www.nira.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder